-Eg havi sæð fram til henda dagin, frá tí eg tók við sum landsstýrismaður í oljumálum. Eg vóni, at hesi loyvini , sum eg júst havi útskrivað, kunnu geva føroyska samfelagnum gagn uppá sikt og somuleiðis teimum feløgunum, sum hava søkt. Hetta er sera stórt øki vit hava útlutað aftrat. Vit tosa um góðar 5000 ferkilometrar. Við hesum víðka vit leitiðøkið úr góðum 11.000 ferkilometrum til nærum 18.000 ferkilometrar sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í oljumálum.
Hann sigur víðari, at tað er greitt, at tá hesi fýra feløgini, StatoilHydro, Faroe Petroleum, Atlantic Petroleum og DONG søkja um eitt so stórt øki, og har tey ætla at skjóta seismikk yvir eitt umráði, sum er 3200 kilometrar, so hevur hetta stóran týdning fyri okkum, tí tú fær nógva vitan um henda partin av undirgrundini. Men eisini fyri hesi oljufeløgini hevur tað alstóran týdning, so tey kunnu fáa nýggja vitan at arbeiða við, ið so aftur fer at gera tey enn meira áhugað at fara víðari og loksins bora.
Selja okkum ikki ov bíliga
-Er ikki vandi fyri, tá so fá feløg søkja um leitiloyvi, at landsstýrið kann detta í ta grøvina at selja seg ov bíliga - at man gevur nøkrum fáum feløgum ein í so stóran bita av undirgrundini?
-Tað haldi eg ikki. Vit høvdu sjálvandi vónað, at onnur feløg so sum Chevron og BP eisini vórðu við í hesi útbjóðingini, men tey hava helst ov mikið at gera aðrastaðni, hinvegin so eru tey longu við í øðrum útbjóðingum. At hesi fimm feløgini, sum nú hava søkt, hava fingið nøkur loyvi, sum m.a. liggja tætt upp at øðrum áhugaverdum loyvum, sum eru áhugaverd, er bara gott. Vit hava so eisini nøkur loyvi, sum longu eru virkin á føroyska landgrunninum, og har boringar verða gjørdar longu í komandi ári. ENI fer at bora Anne Marie brunnin í øki 005, sum liggur ikki so langt frá Cambooljufundinum hinumegin markið.
Landsstýrismaðurin heldur, at vit skulu bara vera nøgd við tað, sum hendir. -Við hesum loyvunum hava vit tryggjað leitivirksemi í føroyskum øki í vónandi seks ár aftrat.
-Hetta eru tíðir við myrkum skíggjum á himmalinum. Ber til at tosa um oljuleiting sum eitt ljós í endanum á tunnellini?
-Jarðfeingi og vit í Vinnumálaráðnum vóna við tí virksemi, sum nú verður sett í gongd aftrat verandi virksemi, at vit innan fyri ikki ov langa tíð kunnu vera so hepnir at finna kolvetni í rakstrarverdugum nøgdum á føroyska landgrunninum. Og gera vit tað, so gagnar tað tí føroyska fólkinum, samfelagnum og teimum feløgum, sum eru við í hesi verkætlanini.
Avleiðingar
-Nú hevði CHE samgongan í sínum samgonguskjali eina grein um at kanna bæði møguleikar og avleiðingar av eini oljuvinnu. Tit hava ikki nakað slíkt í tykkara ABC samgonguskjali!
-Tað er greitt, at ein oljuvinna fer at ávirka eitt so lítið land sum Føroyar. Vit rokna ikki at sleppa undan tí finna vit olju. Man kann altíð seta kanningar í verk, men spurningurin er, hvat ger tú við tað. Verður olja funnin her, so verður hon neyvan ikki tikin uppá land í Føroyum, tí tað hava vit hvørki orku ella kapasitet til. Vit fara at síggja annað virksemi á landi, oljuhavnir og helst fara oljufeløg at hava fólk á landi í Føroyum og fer alt virksemi um føroyskan flogfeløg. Verður ávirkanin uppaftur størri, so má man hyggja uppá tað til ta tíð. Men eg kann ikki síggja, at tað skal vera ein trupulleiki fyri føroyska samfelagið at fáa fleiri fólk at búgva her enn tað gera í dag og til at bera byrðarnar í hesum samfelagnum.
-Men útilokar tú harvið, at føroyska samfelagið, longu áðrenn oljan er funnin, fer út og fyrireikar seg, soleiðis at man er betri ílætin til at taka ímóti eini oljuvinnu?
-Tað geri eg ikki. Men tað er ikki nakað vit hava raðfest hægst í okkara samgongusamstarvi. Haldi ikki slíkt nýtist at standa í einum samgonguskjali. Tað er meira logikkur í tí, at man bara gera tað.










