Bæði í morgun, og í gjáramorgunin, eru tað fleiri bilførarar, sum hava fingið sær ein rættiligan kjaftfisk, tá ið teir eru farnir í bilin.
Bæði í nátt og síðstu hevur løgreglan nevniliga verið á ferð og hevur tikið nummarpláturnar av bilum. Teir hava verið bæði í Suðurstreymoy og í Eysturoy og bilarnir, sum pláturnar verða tiknar av, eru bilar, har eigarin ikki hevur goldið vegskatt, trygging, ella upp á aðrar mátar, ikki hevur síni viðurskifti við tað almenna í ordan.
Løgreglan hevur fingið ein lista frá Akstovuni yvir bilar, sum skulu missa pláturnar av hesi orsøk og nú er løgreglan við at arbeiða seg ígjøgnum listan.
Í hesum sambandi er støðan greið, at hevur eigarin ikki eina galdandi kvittan at vísa løgregluni, verða pláturnar tiknar.