Í nøkur ár hava dímunarfólk tikið líra við lykt á kvøldi og út á náttina.
- Besta kvøldið fingu vit einar 75 lírar, og tað er mær vitandi tað mesta, vit nakrantíð hava fingið í eitt kvøld.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at teir vóru einar 4-5 túrar eftir lírum, nú vertíðin var, og hann heldur, at samlaða talið gjørdist umleið 150 lírar.
- Líralandið liggur líka sum saman við lundalandinum, og hetta er ikki langt frá bygdini.
Hann vísir á, at skrápur eigur ikki kring alla oynna.
- Vit plaga at taka líra á útsynningssíðuni, og líkt er til, at tað er her, at mesti lírin er. Hetta er ikki eitt serliga stórt øki.
Óla Jákup úr Dímun sigur, at 150 lírar er líka sum nóg mikið hjá teimum til húsarhaldið.