Hava tikið tríggjar bilførarar

Tveir koyrdu og skjótt og ein koyrdi við kenning

Løgreglan var úti um seg í gjár og kannaði ferðsluna, og úrslitið var, at tríggir bilførarar vórðu tiknir. Løgreglan gjørdi ferðkanningar Millum Fjarða og har vórðu tveir bilføarar tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Teir koyrdu ávikavist 106 og 107 kilometrar um tíman, har tað er loyvt at koyra 80 og tað kostar teimum eina bót uppá 2.000 krónur, umframt eitt klipp í koyrikortið.

Somuleiðis varð ein bilførari tikin fyr at koyra við kenning ogharafturat var ein maður skuldsettur fyri at koyra prutl við kenning.