Hava tikið tað hart

Fólkini, sum vórðu álopin av í Norðdepli 14. juli í fjør, hava verið illa merkt av hend­ing­ini síðani.
Summi av teimum, sum vóru rakt, hava verið í rætti­num og greitt frá, at tey høvdu verið bangin síða­ni og onkur annar hevði havt tað ótrúliga hart, í tey vóru at kalla javn­gomul við tann ákæra­da og mettu hann sum vinmann.
Í rættinum hevur eisini ver­ið roynt at leita eftir eini orsøk til at ákærdi kun­di finna upp á at bera seg so ógvusliga at.
Drongur tað ungu kvinnu­na, sum varð álop­in fyrst, hevur greitt frá, at í onkrari veitslu nak­að áðrenn ógvusliga til­burðin síðsta summar, høv­du vinmenn greitt hon­um frá, at eftir teirra tykki vísti ákærdi nakað góð­an áhuga fyri gentuni.
Tann ákærdi hevur eisini ført fram, at hann varð illa happaður í skúla­num, men tað hava onnur vitni víst aftur.
Hann varð ikki illa happaður, men hann hevði sjálvur so vána­lig­an atburð, at nógv ill­neit­aðu­st inn á hann og tí gjørdu teir eldru dreingirnir seg inn á hann viðhvørt. Onk­­ur annar hevði eisini var­hug­an av, at nógv fólk dám­di ikki tann ákærda, eitt nú, tí hann kundi vera ill­sint­ur.