Tað er nú greitt, at samansetta liðið í kvinnukappingini í fótbólti hjá B71 og AB ikki fer at halda fram í kappingini. Sambært skránni skuldi samansetta liðið vitjað í Klaksvík síðsta sunnudag. Tann dysturin var av ongum.
Eftir tvey risa stór tap í fyrstu umførunum á útivølli ímóti B36 og á heimavølli ímóti EBS/Skála er avgjørt at taka liðið úr kappingini, veit Sunniva Kollslíð, kappingarleiðari hjá FSF at siga:
-Nú eru seks lið eftir í bestu deildini. Kappingin er skipað soleiðis, at liðini skulu hittast tríggjar ferðir. Nú hyggja vit uppá, um tað ber til at leggja kappingina av nýggjum soleiðis, at liðini skulu hittast fýra ferðir, sigur Sunniva Kollslíð.
Tað er nógv á skránni í kvinnukappingini. Umframt landskappingina og steypakappingina skal KÍ spæla í europeisku kappingini, og so skulu A, U-16, U-17, U-18 og U-19 landsliðini hjá kvinnum luttaka í altjóða kappingum.
Í triðja umfari, sum var sunnudagin, vóru tveir dystir. Í báðum førum var talan um teprar sigrar.
EBS/Skála hevði vitjan av HB. Favorittarnir vunnu á heimavøllinum á Skála, men tað leyp ikki so nógv av. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði Lea Hansen HB framum eftir horna, og góðar tíggju minuttir seinni javnaði Margunn Lindholm. Miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði Margunn Lindholm møguleika at leggja EBS/Skála framum, men Simona Heinesen í HB málinum bjargaði brotssparkinum.
Trettan minuttir undan leikloki skoraði Heidi Sevdal sigursmálið hjá EBS/Skála.
Í Sarpugerði eydnaðist tað B68 at vinna fyrsta sigurin á árinum. Úrsltið var 1-0. Durita Nielsen skoraði einsamalla málið longu í áttanda minutti.
Nú eru fyrireikingar til landsdystirnar, sum vera á Tórsvølli í tíðarskeiðnum fjórða til tólvta apríl á skránni. Tí verður ikki spælt aftur í landskappingini fyrr enn fimtanda apríl, tá ið báðir dystirnir vera í Gundadali: HB-KÍ og B36-EBS/Skála.
Støðan
KÍ og EBS/Skála 6 stig og málmunin +6
HB 3 stig og málmunin +3
B68 3 stig og málmunin -5
B36 0 stig og málmunin -3
ÍF/Víkingur 0 stig og málmunin -6.
KÍ, EBS/Skála, HB og ÍF/Víkingur hava spælt tveir dystir, B68 hevur spælt tríggjar dystir og B36 hevur spælt ein dyst.