Hava tikið frástøðu frá rúsdrekkakoyring

Brynhild Høgnadóttir er stjóri á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.

 

Tey skipa í hesum døgum fyri einum átaki, ið varpar ljós á rúsdrekka og koyring. Nú er tíðin til jólaborðhald og nógv folk koma saman í veitslur, so tað er eitt gott høvi, at varpa ljós á hetta álvarsama evni, sigur Brynhild Høgnadóttir.

 

Brynhild Høgnadóttir sigur, at í stóran mun hava folk tikið frástøðu frá rúsdrekkakoyring og sum heil der tað blivið nógv betur, men enn eru 20% av deyðsorsøkum, ið hava rúsdrekkakoyring sum ein factor, sigur Brynhild Høgnadóttir.

 

Sí ljóðbrot við samrøðu við Brynhild Høgnadóttir við at trýsta á pílin undir myndini.