Fyrstu sjey mánaðirnar í ár eru útflutt 193 tús. tons av fiski. Hetta eru 33 tús. tons meira enn í fjør.
Samlaða virðið av fiskaútflutninginum var 2,7 mia. kr., ein vøkstur á 5 prosent, skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Bæði í tonsum og krónum er tað uppisjóvarfiskurin, sum hevur størsta vøksturin. Tað kemst einamest av økta útflutninginum av svartkjafti, sum er farin úr 14 tús. tonsum upp í 37 tús. tons. Virðið av svartkjaftinum er farið úr 76 mió. kr. upp í 159 mió. kr.
Hinvegin hava vit bara útflutt helvtina so nógvan makrel higartil í ár.
Fyri sildina hava vit fingið 15 prosent meira í ár, hóast nøgdin er minkað 11 prosent.
Útflutningurin av alifiski er methøgur, og heili 29 prosent fleiri tons eru seld av landinum í ár. Tó at nøgdin er methøg er virðið minkað 2 prosentum.