Hava tamarhald á eldinum

Eftir at hava stríðst meiri enn trý samdøgur eydnaðist tað í dag ísraelsku sløkkiliðunum at fáa tamarhald á skógareldinum, sum hevur herjað nærhendis havnarbýnum Haifa.

-Vit hava tamarhald á eldinum, men nú ræður um at forða fyri, at hann skal kykna aftur, sigur sløkkiliðsstjórin Shimon Romah.

Skógareldurin er tann ringasti í Ísrael nakrantíð, og hann hevur avdúkað, at landið er ikki útgjørt til at basa sum umfatandi eldi. Nógvir ísraelsmenn hava víst sína misnøgd. Teir vísa millum annað á, at landið hevur fleiri hundrað nútímans stríðsflogfør, men ikki eitt einasta flogfar, sum er ætlað til at sløkkja skógareld.

41 fólk hava latið lív í sambandi við skógareldin. 36 teirra vóru fangavørðar, sum doyðu, tá eldur kom í bussin, sum teir vóru í. Fangavørðarnir skuldu hjálpa við at flyta palestinskar fangar úr einum fongsli, tí skógareldurin hótti við at breiða seg tann vegin.