Hava tamarhald á støðuni

Í Syðrugøtu leikar vindurin í, men sløkkiliðið hevur tamarhald á støðuni

- Tað er øgiligur vindur, men í løtuni hava vit tak á støðuni.

 

 

Tað sigur brunaumsjónarmaðurin í Eysturkommunu, Sørin Djurhuus.

 

 

Teir hava gjørt ein sokallaðan kommandosentral í ítróttarhúsinum í Norðragøtu, og alt bjargingarliðið er til arbeiðis. Hetta kemst av, at sløkkiliðið í Eysturkommunu onga brandstøð hevur í løtuni.

 

- Beint nú er veðrið hampiligt í Norðragøtu, men í Syðrugøtu er veruligur stormur. Haðani hava vit eisini fingið nakrar skaðafráboðanir um tekjur, sum eru rivnar, og tað sama við onkrum klædningum, sigur Sørin Djurhuus, sum eisini vísir á, at teir eisini hava fingið skaðafráboðanir av sama slagi úr Leirvík.

 

Síðani klokkan 14 í dag hava teir fingið umleið 10 skaðafráboðanir. 

 

- Tað hjálpir væl, at fólk hugsa um at rudda uttan fyri húsini, tá stormur er, tí tað merkir sjálvandi, at vit fáa færri fráboðanir. Og soleiðis er eisini hesaferð, tí eg haldi ikki, at vit samanumtikið hava fingið so nógvar skaðafráboðanir, sum mann annars kundi ímyndað sær í hesum veðrinum, sigur Sørin Djurhuus.