Í farnu viku fylti Erbylgjufelagið eitt ár. Erbylgja er tað føroyska orðið fyri "mikrobylgju".
Felagið varð stovnað við tí endamáli at varpa ljós á tann ósjónliga vandan, sum erbylgjur elva til. Erbylgjufelagið hevur eisini mátitól, og hevur formaður felagsins, Janus Dam Guttesen vitja mangastaðni við mátitólinum, har fólk hava fingið staðfest, at tað er ein veruligur erbylgjuvandi í teirra húsum.
Erbylgjufelagið ger eisini nógv við at minna á tað, sum er í tráð við politikkin hjá Europa-ráðnum, sum mælir sínum 47 limalondum at fara burtur frá Wi-Fi, tráðleysum netsambandi, og heldur fara yvir til fastnet.
Janus Dam Guttesen, formaður í Erbylgjufelagnum vitjaði morgunsendingina hjá Rás2 fyrrapartin. Undir greinini ber til at hoyra samrøðuna við Janus Dam Guttesen.