Hava stovnað Eldra Tjóðveldið

Eldra Tjóðveldið skal snúgva seg um virknan eldrapolitikk og kjak

- Alt ov leingi hevur eldrapolitikkur snúð seg um at orða politikk fyri tey eldru og at kjakast um tey eldru. Tjóðveldi ætlar, at eldrapolitikkur skal snúgva seg um politikk saman við teimum eldru. Tí er Eldra Tjóðveldið sett á stovn.

 

Soleiðis sigur nýggja felagið í tíðindaskrivi í morgun.

 

- Vit sakna virknan eldrapolitikk og veruligt kjak um øki, ið hava áhuga hjá teimum eldru.  Tað eigur ikki einans at snúgva seg um røkt og ellisheim ella bústaðarpolitikk. Eldri fólk eru ymisk, og eins og øll onnur menniskju við medábyrgd fyri samfelagnum. Tey bæði vilja og kunnu vera partur í kjakinum, ikki einans um eldraøkið, men um øll mál. Rættartrygd, arbeiðsmarknaðarmál og samfelagsmøguleikar sum heild hava stóran áhuga hjá okkara eldru borgarum, siga tey úr felagnum.

 

- Vit í Tjóðveldi vilja fegin hava tey eldru við. Tey skulu vera við at skapa rammurnar um eitt betri samfelag, bæði fyri ung og gomul, sigur Eldra Tjóðveldið

 

Ongin orðaður málsetningur er gjørdur, tað skal Eldra Tjóðveldið sjálvt taka sær av. Men tey fyrstu umboðini lova, at hetta verður ongin kaffiklubbur, men eitt virkið kjakforum.

 

At fáa gongd á arbeiðið er nevndin í Eldra Tjóðveldi fyribils mannað við Karin Kjølbro, Argir, Hergeir Nielsen, Vágur, Sigmund Poulsen, Sandvík og Elisabeth Myllhamar, Skálavík. Tey fara at orða greiðar visjónir fyri arbeiðið og framtíðarætlanir. Øll tjóðveldisáhugað er væl komin upp í framhaldandi arbeiðið.