Hava stovnað Norðatlantiska tankasmiðju

Dragandi landaøki tørva sterkar býir. Tað heldur norðuratlantiska samstarvið, Nora og hevur felagsskapurin til stovnað eina Norðuratlantiska Tankasmiðju.

Norðuratlantiska Tankasmiðjan mælir til at menna sterkar økisbýir at tryggja góðar almennar veitingar til fyrimuns fyri allar borgarar í NORA-londunum.

Norðuratlantiska Tankasmiðjan eggjar politikarum í NORA-økinum til at leggja dentin á at menna nakrar úrvaldar býir.

- Samstundis mugu politikarar á smáplássunum vera nóg djarvir til at siga, at sterkir býir eisini eru til teirra fyrimun.

- NORA-økið verður einans dragandi, um vit megna at skapa dragandi býir, og tað er til fyrimuns hjá landaøkjunum, um tey stuðla eini tílíkari hugsjón.

Serligu eyðkennini í NORA-økinum m.a. lítið fólkagrundarlag, stórar fjarstøður og fráflyting hava við sær, at avbjóðingarnar hjá vælferðarstatinum serstakliga eru galdandi her. Norðuratlantisk Tankasmiðja kemur til ta niðurstøðu, at einans sterkar býir kunnu tryggja almennu tænastuveitingarnar, sum eru neyðugar fyri vøkstur og vælferð í økinum.

Norðuratlantisk Tankasmiðja hevur átta limir, tveir úr hvørjum landi í økinum. Limirnir eru:

Tine Pars, rektari í Ilisimatusarfik, Universitetið í Grønland.

Henrik Leth, nevndarformaður, Polar Seafood, Grønland.

Halla Helgadóttir, stjóri í Hönnunarmiðstöð, Íslendska Design Center

Karl Benediktsson, professari í samfelagsgeografi, Háskóli Íslands, Háskúli Íslands

Frank Aarebrot, professari i komparativum politikki, Universitetið í Bergen.

Arne O. Holm, serráðgevi hjá Nordområdecenteret i Bodø, Universitetið í Nordland

Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstova Føroya

Sonja Jógvansdóttir, samskipari í SAMTAK.

Norðuratlantiska Tankasmiðjan er politiskt óheft, og tað stendur limunum frítt at meina, tað teir vilja, um gongdina í NORA-økinum. Tey sjónarmið, tær metingar og tey tilmæli, tankasmiðjan kemur við, umboða tí ikki almennu áskoðanina ella politisku linjuna hjá NORA, siga tey.