Í Fuglafirði hava tey stovnað egið kajakkfelag. Felagið eitur Fuglafjarðar Kajakkfelag (FKF).
- Vit fara fyrst og fremst at arbeiða fyri at fáa betri hølisviðurskiftir og skapa eitt "kajakkumhvørvi" í bygdini. Eisini er ætlanin at skipa fyri ymiskum tiltøkum og viðkomandi skeiðum, skrivar nýggja felagið á facebook-vanga sínum.
- Øll eru hjartaliga vælkomin at verða limir í felagnum, til ber at tekna seg við at senda felagnum eini boð á facebook, skriva tey víðari.
Nýstovnaða felagið hevur skipað seg við einari trímannanevnd, sum er mannað soleiðis:
Erik Høgni Eliassen, formaður
Kristina Gry Berg, skrivari
Suffía Nón, kassameistari











