Kommunufelagið fer nú at viðgera ætlanina hjá landsstýrinum at skilja Sev sundir í tvey, har sjálvt elnetið verður eitt felag fyri seg sjálvan. Og samstundis er tað komið fram, at framyvir skal Sev ikki verða við í arbeiðnum at útbyggja vindorku, ella aðrar, varandi orkukeldur. Tvørturímóti skal Sev einans hugsa um at tryggja eina støðuga orkuveiting við oljuverkum, vatnverkum og pumpuskipanum.
Men hetta er ein ætlan, landsstýrið hevur lagt, uttan at spyra tann, sum eigur Sev, eftir. Kommunurnar eiga Sev, men vit eru ikki kunnað um ætlanirnar hjá landsstýrinum at skila Sev sundir, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vági.
Hann sigur, at tað einasta, kommunurnar vit um ætlanina, hava tær fingið at vita í fjølmiðlunum, og hann heldur, at tað er eitt sindur hugstoytt, at Landsstýrið, sum einki eigur í Sev, leggur so stórar ætlanir verða fyri felagið, uttan at eigarin veit nakað um tað.
Tí hevur hann nú var heitt á Kommunufelagið um at taka málið upp og hann sigur, at á næsta fundi í Kommunufelagnum fer málið at verða umrøtt.
– Vit mugu fáa málið upplýst, so at vit vita, hvat alt hetta snýr seg um, sigur Bjarni Johansen.