Hetta vikuskiftið er bygdastevna í avtoftaðu bygdini í Vágum, Slættanesi. Slættanesstevnan byrjar í dag klokkan 15 og heldur fram í allan dag og endar við sangi og báli í kvøld.
Í morgin verður gudstænasta, har Uni Næs prædikar, áðrenn hvør fer til sítt seinnapartin sunndagin. Bátur siglur av Oyrargjógv til klokkan 15 í dag og siglt verður av Slættanesi klokkan 19.30, klokkan 21 og klokkan 22 í kvøld, umframt klokkan 17 í morgin.
Annars verður gongutúrur av Oyrargjógv til Slættanesar nú klokkan 11 í morgun, har Jóhan og Allan Nielsen eru ferðaleiðara. Á Skránni verða annars hugleiðingar um farnar dagar á Slættanesi, hvussu tað var at vera barn har og annars at búgva har. Tað verður gongutúrur í bygdini og skúlin og kirkjan verða víst fram.
|