Hava steðgað 200 bilum í nátt

Men skilið var heilt gott hjá øllum – uttan einum

Tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum í nátt, men løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt. Men í einum føri varð ringt av einum skeinkistaðið um ein gest, sum var ómøguligur og sum ikki vildi akta boðini frá duravørðinum um at fara á dyr. Tað var áfast ímillum duravør og gest og har mátti løgreglan upp á at fáa gestin víðari. Løgreglan sigur, at nú fara tey at kanna, hvat tað var, sum hendi fyri at vita um meiri skal gerast við málið.

 

Annars hevur løgreglan brúkt alla náttina upp á steðga bilum fyri at vita um bilførararnir vóru edrúir. Tey meta, at tey hava steðgað heili 200 bilum, men har vóru allir bilførararnir edrúir – uttan ein, sum nú er skuldsettur fyri at koyra við kenning.