6.669 metrar eru higartil sprongdir í nýggja Eysturoyartunlinum, ið skal stytta um farleiðina millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið. Tilsamans er mett, at tunnilin verður 11.250 metrar.
Í regluligu dagføringini av hvussu langt arbeiðið er komið skrivar tunnilsfelagið, at 111 metrar vóru sprongdir í síðsti viku.
Á Hvítanesi vóru í seinastu viku 57 metrar sprongdir. Tunnilstoymið á Streymoyarlandinum hevur higartil sprongt 3.212 metrar, ið er nærum helvtin av øllum arbeiðinum.
Frá rundkoyringin móti Hvítanesi sprongdi tunnilstoymið í síðstu viku 19 metrar. Sostatt eru nú sprongdir tilsamans 1.001 metrar frá rundkoyringini móti Hvítanesi.
Eitt tunnilstoymi arbeiðir eisini frá rundkoyringini móti Rókini. Har vóru í seinastu viku sprongdir 35 metrar. Har eru í alt sprongdir 831 metrar, upplýsir tunnilsfelagið.