Hava slept ætlanunum um innandura spæliland

Eingin áhugi var fyri ætlanini hjá farnu býráðssamgonguni at gera eitt innandura spæliland í Finsen.

Tað mundu vera nógv foreldur, ið byrjaðu at gleða seg, tá Tróndur Sigurðsson, táverandi formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, við in.fo avdúkaði, at býráðssamgongan arbeiddi við ætlanum um at gera eitt stórt, innandura spæliland í fimleikahøllunum í gamla Kommunuskúlanum, ið nú hevur fingið heitið Finsen.


Les eisini: Nú fáa havnarbørn eitt innandura spælipláss


Við in.fo segði Tróndur Sigurðsson tá, at kommunan fór at bjóða privatum at reka tað, men um so var, at tað ikki bar til, so var kommunan klár at traðka til og gera tað sjálv.


Sostatt vóru útlitini heilt góð fyri at havnarborgarar fingu eitt nýtt tilboð til barnafamiljur, men nú byggiverkætlanin er um at vera liðug, er tað einki, ið røkist fyri, at eitt innandura spæliland verður í fimleikahøllunum.


Fyri in.fo upplýsir Gunvør Balle, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar býráð, at hølini helst verða brúkt til annað endamál, tí eingin áhugi hevur verið frá privatum at gera eitt spæliland.


- Eingin endalig avgerð er tikin enn, men eitt av mínum hjartamálum er at gera eina listaverksmiðja og skapa møguleikar hjá listafólkum at skapa list. Tí hava vit verið í samstarv við LISA at skapa smærri básar, so at yngri fólk, ið ikki eru etableraði enn, kunnu vera inni har. Tað er ein dialogur vit eru í, men enn er eingin endalig avgerð tikin, sigur Gunvør Balle um tí ovaru høllina.


Hin høllin verður væntandi brúkt sum ein vanlig fimleikahøll.


- Har hugsa vit at gera eina virknishøll. Skúlin í Kongagøtu verður brúktur til frítíðarskúla og fleiri barnagarðar eru í økinum, so tey hava tørv á eini fimleikahøll, meðan privat kunnu leiga tað til at spæla fótbólt og annað. Kanska verður tað eisini opið um dagin til børn, men so verður tað eitt kommunalt tilboð, sigur Gunvør Balle.