Hava slept ákæru um óvilja manndráp ímóti Alec Baldwin

Alec Baldwin varð skuldsettur fyri óviljað manndráp í sambandi við upptøku av spælifilminum "Rust".

Her fevnir Alec Baldwin konu sína, Hilaria Baldwin, eftir at dómarin hevur lisið úrskurð hansara. - Mynd: Ramsay De Give/Ritzau Scanpix

Ein dómari í amerikanska statinum New Mexico hevur í gjár slept ákæruni um óviljað manndráp móti amerikanska sjónleikaranum Alec Baldwin.

Tað hendi tríggjar dagar eftir, at málið varð tikið uppaftur.

Afturtøkan kom eftir at advokatarnir hjá sjónleikaranum ákærdu løgregluna fyri at halda prógvum aftur.

Serliga átti løgreglan at lagt hald á eina røð av patrónum at brúka sum prógv í málinum.

Men løgreglan upplýsti eftir øllum at døma ikki haldið í málsskjølunum ella fyri verjunum hjá Baldwin.

– Tað varð umhugsað og tilvitað, at staturin helt prógvum aftur, segði dómarin, Mary Marlowe Sommer.

Meðan dómarin las úrskurð sín, fevndi Baldwin konu sína, Hilaria Baldwin, sum hevur verið saman við honum í rættinum allar tríggjar dagarnar.

Systir hansara, Elizabeth Keuchler, brast í grát.

Sjónleikarin fór beinanvegin úr rættinum uttan at tosa við pressuna.

Baldwin varð skuldsettur fyri óviljað manndráp í sambandi við upptøku av einum spælifilmi - ein western.

Undir upptøkuni í 2021 peikaði hann meddaði hann við eini pistól, sum hann ikki helt var lødd, hevur hann greitt frá.

Eitt skarpt skot varð latið av. Tað drap filmsleikstjóran Halyna Hutchins og særdi leikstjóran í filminum, Joel Souza.

66 ára gamli Baldwin var høvuðsleikari og framleiðari í filminum. Filmurin fekk heitið "Rust".

 

##med3##

Advokatarnir hjá Baldwin førdu víðari fram, at patrónirnar, sum løgreglan hevur lagt hald á, eru prógv um, at onkur annar hevur ábyrgdina av deyða Hutchins.

Í staðin halda tey, at tann, sum hevur ábyrgdina, er Seth Kenney, sum stóð fyri rekvisittum á framleiðsluni.

Kenney hevur noktað at hava latið veruligar patrónir til framleiðsluna, og hann er ikki ákærdur í málinum. Hann skuldi eftir ætlan vitna ímóti Baldwin.

Fyrr á degnum hevði ein av ákærunum, Erlinda Johnson, tikið seg úr málinum.

 

##med2##

- Ákæruvaldið helt, at ein mátti svika fyri at fáa ynskta úrslitið, sigur løgfrøðingurin, Duncan Levin.

Statsákærin, Kari Morrissey, segði fyrr fríggjadagin, at tað ikki var ætlanin at villleiða rættin.

Fyrr í ár varð vápnaábyrgdarin í filmsframleiðsluni, Hannah Gutierrez-Reed, dømd hálvtannað ár í fongsul fyri at hava elvt til deyða hjá einum øðrum persóni.

Ógreitt er, um úrskurðurin fríggjadagin fer at ávirka dómin hjá Gutierrez-Reed, sum er kærdur.

Baldwin hevur tvær ferðir verið ákærdur fyri deyða Hutchins. Í 2023 slepti New Mexico málinum. Men síðani eru nýggj prógv komin fram, og tí varð málið tikið uppaftur í Santa Fe.

Baldwin stendur framvegis fyri eini røð av borgarligum rættarmálum frá foreldrum og systrini hjá Hutchins.

Eftir ein langan steðg varð filmurin liðugur í 2023. 

 

/ritzau/Reuters

 

Her fevnir Alec Baldwin konu sína, Hilaria Baldwin, eftir at dómarin hevur lisið úrskurð hansara. - Mynd: Ramsay De Give/Ritzau Scanpix

Sjónleikarin fór beinanvegin úr rættinum uttan at tosa við fjølmiðlar. - Mynd: Luis Sanchez Saturno/The New Mex/Reuters

Avvísingin kemur eftir at advokatarnir hjá sjónleikarunum ákærdu løgregluna fyri at halda prógvum aftur. - Mynd: Ramsay De Give/Reuters