Hava skrivað avrikssáttmála

Fyrrapartin skrivaðu Petra J. Joensen, stjóri og Eyðun M. Hansen, aðalstjóri, undir avrikssáttmála millum Almannaverkið og Almannamálaráðið. Við hesum eru allir sáttmálarnir á almannaøkinum komnir undir land fyri í ár.

Tað sigur Almannamálaráðið.

Nýggi samanlagdi stovnurin er hin nógv størsti stovnurin á almannaøkinum. Um 14.000 borgarar fáa árliga tænastu ella fíggjarliga veiting frá Almannaverkinum og 1.700 starvsfólk starvast í verkinum. Játtanin á fíggjarlógini er í 2013 góðar 1,6 mia. krónur.

Í sáttmálanum eru avtalað fýra yvirskipað mál um avrik fyri 2013. Tey eru, at:

1. Borgarin upplivir tænastuna frá Almannaverkinum sum eina heildarviðgerð

2. Ein inngongd til tænasturnar hjá Almannaverkinum – tað kennist lættari hjá borgaranum

3. Nýggi lógarpakkin um arbeiðsfremjandi tiltøk er settur í verk

4. Ung á forsorg gerast sjálvstøðug og megna egið lív

Fyri hvørt av hesum fýra málum vera ítøkilig tiltøk sett í verk í 2013.

Um avrikssáttmálar

Sambært § 5 í kunngerð nr. 22 frá 2007 um roknskaparverk landsins skulu stovnar undir landinum arbeiða eftir avrikssáttmála millum stovnin og stjórnarráðið. Avrikssáttmálar hjá Almannamálaráðnum hava ta trífalda endamál, at stovnar á almannaøkinum veita borgarunum best møguligu tænastu, at tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt og somuleiðis skal sáttmálin tryggja samsvar millum politisk ynskir og uppgávur, sum stovnurin útinnir.