Hava skotið fyrstu hvalirnar

Um mánaðarskifti fóru íslendingar aftur at veiða hval, og higartil hava teir báðir hvalabátarnir verið inni við seks sildrekum. Bátarnir hava roynt í Faxaflógva, og manningarnar siga, at teir hava sæð fleiri sildrekar í ár enn í fjør.

Íslendsku hvalabátarnir hava fingið loyvi til at veiða 216 sildrekar í ár, men bátarnir skjóta ikki fleiri hvalir, enn tann íslendski marknaðurin hevur tørv á. Í fjør skutu bátarnir 58 sildrekar, men eftirspurningurin eftir tvøsti tykist vera heldur størri í ár, og tí vænta bátarnir at skjóta millum 70 og 80 hval í ár, skrivar Fiskifrettir.