Bogaskjóting
Talan hevur verið um satt plettskot, nú Nikkel Petersen og Magnus Andreasen taka lut í junior-HM í bogaskjóting, har teir báðir skjóta compound.
Føroyska úttøkukravið var, at skjótast skuldi til eitt 32. pláss við seinasta HM, og tí skuldu góðar vónir verið fyri føroysku skjúttunum, um teir skutu upp til sítt besta.
Og tað kann mann soleiðis hampuliga róliga siga, at teir báðir hava gjørt.
Longu fyrsta kappingardagin í Turkalandi skolaðu nýggj met yvir føroyska ferðalagið.
Nikkel skeyt tá á 90 og 70 metrum, meðan Magnus í cadet-bólkinum skeyt á 70 og 60 metrum. Og báðir føroysku skjúttarnir skutu seg til føroysk met á teinunum. Hjá Nikkel sá annars einki út eftir fyrstu trý umførini á 70 metrum, men við nøkrum sera góðum umførum togaði hann seg upp á 313 stig.
Og annan kappingardagin gekk eisini upp á stás. Skotið varð her á 50 og 30 metrum. Í báðum førunum skutu føroyingarnir seg eisini til met, og tí hava tær í fyrsta heilta FITA-umfarinum skotið met á øllum fýra teinum umframt at samlaða skoran fyri fult FITA-umfar sjálvandi eisini er føroyskt met.
Vert er eisini at bíta merki í, at Magnus hevði nøkur framúr umfør á 50 og 30 metrum. Á 50 metrum var hann bert fýra stig frá 10-ára gamla føroyska metinum fyri vaksin, og á 30 metrum skeyt hann bert eitt stig undir metinum fyri vaksin. 30-meturin hjá Magnusi var eisini tann 10. besti í allari kappingini.
Talan er tó um knallharða kapping, sum teir báðir eru í. Í dag verður skotið head-to-head millum 64 teir bestu skjúttarnar. Her verða skjúttarnir seedaðir, soleiðis at nummar 1 skjýtur móti nummar 64, nummar 2 móti 63 o.s.fr.
Nikkel endaði sum nummar 45 í sínum bólki, og tí skal hann skjóta móti nummar 20. Magnus gjørdist nummar 23, og tí skal hann skjóta móti skjúttanum, sum gjørdist nummar 48.
---
Fakta
Metini
Skjútti/metrar 90 70 50 30 Samlað
Nikkel Petersen 306 313 332 346 1297
70 60 50 30 samlað
Magnus Andreasen 324 329 335 354 1342