Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið eru nú løgd saman í ein sjálvstøðugan stovn.
Tað boðar landsstýrið nú frá og nýggi stovnurin hevur fingið navnið Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Arbeiðseftirlitið var áður ein deild undir Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Brunaeftirlitið var deild á Vørn.
Landsstýrið sigur, at nýggi stovnurin, sum skal vera undir Samferðslumálaráðnum hevur eitt stórt virkisøki og fer at fáa stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Virkisøkið hjá stovninum verður nevniliga arbeiðsumhvørvi, brunatrygd, kavaravinna og harumframt skal hann gera reglurfyri, hvussu spreingievni skulu handfarast.
– Tað er natúrligt, at Arbeiðseftirlitið og Brunaeftirlitið verða sjóðað saman í ein og sama stovn, sigur Henrik Old, landsstýrismaður í tíðindaskrivi.
Hann sigur, at málsøkini og førleikarnir hjá starvsfólkunum líkjast, og eyðsýndir fyrimunir eru við samanleggingini, og hetta er eisini í samsvari við ætlanirnar hjá landsstýrinum um at leggja størri dent á arbeiðsumhvørvi og brunatrygd, sigur landsstýrismaðurin.
Nýggi stovnurin heldur til í sama bygningi sum Heilsu- og innlendismálaráðið á Eirargarði 2.
Í næstum verður lýst eftir stjóra til Arbeiðs- og brunaeftirlitið, og til stjóri er settur, røkir Leivur Persson starvið sum virkandi stjóri. Hann er 34 ár, hann er løgfrøðingur og hevur verið leiðari á Arbeiðseftirlitinum síðan 2013.