Hækkað tænastustøði
Tvøroyri: Nógv fólk varð komið saman seinnapartin fríggjadagin, tá ið Tryggingarfelagið Føroyar flutti í nýggj høli á Tvøroyri.
Tryggingarfelagið hevur keypt húsið, sum Bókbindarin hevði handil í beint við høvuðsvegin, mitt á Tvøroyri og nú nýggju hølini vórðu tikin í nýtslu var almenn móttøka seinnapartin fríggjadagin, har ymiskt var á skránni, bæði fyri stór og smá.
? Endamálið at flyta í nýggj høli er at hækka tænastustøðið, segði tryggingarstjórin, Gunnar í Liða, í eini stuttari røðu, hann helt á móttøkuni.
Hann segði, at Tryggingin royndi at nøkta tann tørv, tey sóu rundanum seg, men øll hugskot um, hvussu tænastan kann verða betri, eru vælkomin.
Hann segði, at tað var í 1989, at Tryggingin læt upp skrivstovu á Tvøroyri og nú vóru tey so flutt í nýggj høli.
Anna Larsen, sum er dagligur leiðari á deildini á Tvøroyri, segði, at tryggingin hevði ikki bara skift høli, hon hevði eisini skift stíl. Nú er ikki longur ein stórur diskur, sum fólk skulu til og so stendur tryggingarfólkið aftanfyri.
Diskurin er minkaður niður í onki fyri at fólk skulu koma í tættari samband við starvsfólkið og fyri at geva viðskiftafólkunum eina kenslu av at koma heilt inn á arbeiðsplássið.
Tryggingin hevur nú eisini fingið felags umstilling. Tað merkir, at tá ið ringt verður á Tryggingina á Tvøroyri, er tað høvuðsdeildin í Havn og sum síðani stillar um.
Fekk 10.000 krónur
Tryggingin brúkti eisini hetta høvi til at lata eina gávu til vælgerðandi endamál í Suðuroynni. Felagið hevvði gjørt av at lata Bjargingarfelagnum í Suðuroyar Norðaru Helvt eina peningávu upp á 10.000 krónur.
?Felagið hevur ongar inntøkur, so ein gáva sum hendan kemur sera væl við, segði Bergur Stórhamar
úr Bjargingarfelagnum, tá ið hann tók ímóti gávuni.
Hann vísti eisini á, at felagið hevur vánalig høli og skrivaraborðið er ein kassi, so tað kom somuleiðis væl við, at felagið eisini fekk innbúgvið úr hølunum, sum Tryggingarfelagið flutti úr, nú tað tekur hesi nýggju hølini í nýtslu.
Hann fortaldi, at Bjargingarfelagið í Suðuroyar Norðaru helvt varð stovnað í 1979 og nú eru 100 limir í felagnum.
? Hetta eru alt fólk, sum gera eitt sjálvboðið arbeiði, tá ið tað óvæntaða hendur og brúk er fyri eini hjálpandi hond, tí tá eru teir til reiðar og sostatt koma gávurnar frá Tryggingarfelagnum onkusvegna øllum til góðar.









