Hava sjálvi goldið fyri rættin at vera heima hjá sjúkum børnum

- Tað er blóðskeivt og misvísandi, tá ið tað verður endurtikið umaftur og umaftur, at alment lønt hava fingið rættin til at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag. Tað staðfestir Gunnleivur Dalsgarð, sum var formaður í Starvsmannafelagnum í 10 ár.

- At vera heima hjá sjúkum børnum er ikki eitt rættur, vit hava fingið. Tað er ein rættur, vit hava stríðst fyri ? og goldið fyri, leggur hann afturat.

Hann ger vart við seg, nú Løgtingið týsdagin fer at viðgerða ikki færri enn tvey uppskot um at geva tímaløntum rættin til at vera heima barnsins fyrsta sjúkradag.

Í hesum sambandi er ført fram, at tey tímaløntu eiga at fáa somu rættindi sum alment lønt hava fingið.

- Hetta er eitt sindur hugstoytt at fáa at vita, tí tað er ikki satt, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

Hann sigur, at hetta er ein spurningur, sum fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum hava raðfest í samráðingum við lønardeildina, tí mett varð, at rætturin at vera heima hjá sjúkum børnum, hevði stóran týdning fyri limirnar.

- Vit hava eisini goldið fyri at fáa hesi rættindini við tað, at vit hava fingið minni enn annars.

- Orsøkin til, at arbeiðarafeløgini ikki hava hendan rættin er kanska tann, at tey ikki hava raðfest hendan spurningin í samráðingunum við arbeiðsgevararnar, men hevur latið tað farið aftur við borðinum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.

- Tað er í fínasta lagi, at allir løntakarar hava rætt at vera heima hjá sjúkum børnum og eg taki ikki støðu til, hvør skal loysa málið.

- Men veruleikin er, at á hesum øki hava tey almennu feløgini raðfest øðrvísi í samráðingunum enn feløgini hjá tímaløntum. Og at tey nú dúva upp á, at Løgtingið skal loysa trupulleikan fyri tey, skal ikki ikki kastast almennu starvsfólkunum fyri, sigur gamli formaðurin í Starvsmannafelagnum.