Hava sett telduspøl á tímatalvuna

Ein av breytunum, sum 10. flokstilboðið eNám bjóðar, er geyming, ella telduspøl. Sonni Óli Djurhuus, skúlastjóri í skúlanum við Streymin er væl nøgdur við nýggja 10. floks-tilboðið.

Nýggja 10. flokstilboðið, eNám, er samstarv millum Skúlan við Streymin, Fuglafjarðar skúla og Stranda skúla og er munandi øðrvísi enn næmingarnir í Sundalagnum eru vanir við. Næmingatalið hetta fyrsta árið liggur um 80 til 90 næmingar.

 

Breytirnar, tey bjóða fram í eNámi, minna um breytirnar, ið onnur 10. floksdeplar bjóðar fram; tó er ein breyt, ið onnur ikki hava, og tað er geyming.

- Geyming er umstrídd sum lærugrein, men tað kemst av, at fólk ikki vita, hvat hetta snýr seg um. Geyming er so nógv meiri enn at spæla spøl; geyming snýr seg fyrst og fremst um at forrita spøl, gera ritbúnað og skipanir og alt tað, sum liggur aftanfyri. Geyming er framtíðin og ein stór vinna aðrastaðni; bara í Íslandi eru 400 fulltíðarstørv, sum takast við geyming so ella so, og líta vit kring heimin, so eru 48 prosent av teimum, sum hava fingist við geyming seinastu 30 árini, konufólk. Ikki færri enn 24 næmingar hava meldað seg til geymingbreytina. Eyðstein Lützen, sum hevur eina bachelor-útbúgving innan hetta øki, hevur saman við okkum gjørt eina læruætlan, hann fer at undirvísa næmingunum í øllum rundan um geyming, eisini at handfara geyming uttan at gerast bundin at tí, sigur Sonni Óli Djurhuus við Skúlablaðið.

 

Eisini tær meiri siðbundnu breytirnar, so sum sjóvinnubreytin og handverksbreytin, eru ógvuliga væl umtóktar í eNámi. Ikki færri enn 31 næmingar hava valt sjóvinnubreytina og 26 næmingar handverksbreytina. Tað kemur ikki óvart á skúlastjóran, at hesar breytirnar eru væl umtóktar.

- Vit hava sæð, at tá ið næmingar velja arbeiðspláss til starvsvenjingina, velja nógvir sjóvinnu og handverk. Nógvar av familjunum hjá næmingunum eru knýttar at sjóvinnu og handverki. Tey, sum velja sjóvinnubreytina, fáa trygdarskeið og frítíðarfiskaraskeið eisini, sigur hann.

 

Trettan næmingar hava valt stylistbreytina; tann breytin verður í samstarv við Tekniska skúla í Havn.

- Hetta er tann minsta breytin, 13 næmingar; eg havi varhugan av, at fleiri næmingar høvdu valt hesa breytina, um vit kundu havt hana í onkrum av teimum trimum skúlunum í samstarvinum, soleiðis at næmingunum ikki nýtast at ferðast til Havnar, men tað hava vit ikki fíggjarligar umstøður til.Tað hevur munað rættiliga væl at kollvelta tilboðið til tey 16-17 ára gomlu; í skúlaárinum, sum júst er byrjað, halda 29 næmingar av 32 av Oyrarbakka fram, 8 av 12 næmingum á Strondum og 41 av 61 í Fuglafirði, sigur skúlastjórin við Streymin.

 

- Vit eru sera fegin um undirtøkuna. Nakrir næmingar eru farnir beinleiðis víðari í miðnám, og soleiðis fer altíð at verða. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu næmingar eru fyri; tað er altíð summir, ið eru búnir at fara í miðnám, men tað eru eisini altíð summir, ið ikki eru. Tað skaðar ikki at taka eitt eykaár í fólkaskúlanum, á sama hátt sum tað eisini er skilagott ikki at fara í skúla ov tíðliga. Tíggjunda floksárið kann verða brúkt skilagott við at gerast dugnaligari í onkrum og samstundis búnari, sigur Sonni Óli Djurhuus.

 

Øll samrøðan kann lesast í seinastu útgávuni av Skúlablaðnum.