Hava sett ferðina niður á Landssjúkrahúsinum

Men øll, sum hava tørv á viðgerð, tey fáa viðgerð

 

 

Allir sjúklingar, sum ikki kunnu bíða, teir fáa hjálp

Tað leggja tey á Landssjúkrahúsinum dent á.

Landssjúkrahúsið hevur boðað frá, at av tí at stríðið ímóti korona krevur so nógva arbeiðsorku, verður virksemið annars skert hesa næstu tíðina.

Men tey leggja dent á, at tey hava ikki lagt stilt, tí tað, sum verður rakt av hesum, eru tær ambulantu viðgerðirnar, sum ikki eru bráðneyðugar og so ætlaðar skurðviðgerðir – og onkur kemur kanska at bíðað longri enn ætlað eftir eini nýggjari mjødn.

– Tað er tó umráðandi at gera greitt, at allir sjúklingar, sum hava tørv á viðgerð, sum ikki kann bíða, fáa neyðugu viðgerðina, leggja tey á Landssjúkrahúsinum dent á.

Tey siga, at í hvørjum eintøkum føri vera tað avvarðandi serlæknar sum meta um støðuna og taka støðu til, hvørjir sjúklingar kunnu bíða, og hvørjir skulu hava viðgerð.