Hava selt nærum 4.000 atgongumerkir

Fyrireikararnir lova nú, at fólk á bygd eisini fáa møguleikan at keypa atgongumerkir.

Tað hevur verið rættiliga gravgangur eftir atgongumerkjum, nú Havnar Sjónleikafelag fer at framføra leikin Fólk og Dólgar í Kardamummubýnum.


Í tveimum umførum hevur Visit Tórshavn sett atgongumerkir til sølu, og báðar ferðirnar hava fólk staðið í langari bíðirøð uttanfyri Gamla Bókahandil, fyri at fáa hendur á atgongumerkjum til eina av teimum fjúrtan sýningunum, ið eru settar á skrá.


So stórur var gravgangurin, at telefonirnar hjá Visit Tórshavn ikki megnaðu trýstið. Sostatt vóru tað nógv fólk, serliga kring landið, ið ikki fingu fatur á atgongumerkjum á hesum sinni.


- Vit skilja væl, at fólk eru ónøgd. Størsti trupulleikin er, at einki nummar er á setrinum í Sjónleikarhúsinum, og tí fáa vit ikki selt atgongumerkir á netinum. Í staðin er tað Visit Tórshavn, ið tekur sær av sølini, og har er tað fyrst til kassa, sigur Birgir Djurhuus, ið er ein av framleiðarunum og fíggjarleiðari hjá leikinum.


Ein glotti er tó at hóma, tí Birgir Djurhuus lovar nevniliga, at fleiri sýningar vera av leikinum, og at hesaferð verða atgongumerkir seld aðrastaðni enn í Havn.


- Fleiri sýningar vera av leikinum, og hesaferð verða nøkur atgongumerkir latnar kunningarstovum kring landið, so at onnur fáa møguleikan at síggja leikin.


Undirtøkan fyri sjónleikinum er munandi størri, enn hon plagar at vera til aðrar leikir. Birgir Djurhuus metir, at ein av orsøkunum er, at leikurin vendir sær til allar aldursbólkar.


- Vit hava selt millum 3.000 og 4.000 atgongumerkir upp á nakrar fáar tímar. Tað hevur verið eitt rættiliga stormálop á søluna. Undirtøkan fyri barnaleikum plagar at vera rættiliga stór, men vit hava ikki upplivað slíkan áhuga í langa tíð.


- Orsøkin er helst tann, at hetta er ein sjónleikur, ið talar til ein breiðan bólk av fólki. Ommur, abbar, pápar, mammur og børn vilja øll síggja hann. So meðan ein mamma, pápi og eitt barn fara til ein vanligan leik, so fara ommur, abbar, pápi, mamma og trý børn at hyggja eftir hesum. Hetta er størri enn tað plagar.