Til løgtingsvalið seinast, hevði Sjálvstýrisflokkurin eina greiða meining um risastóru verkætlanina, at gera Sandoyar-tunnil. Vit fráboðaðu, at tað neyvan verður pláss í hesum valskeiðnum, fyri so stórari íløgu, tí hesi 4 árini áttu skúli, mentan og gransking, at fáa hægstu raðfesting.
Tá samráðingarnar eftir løgtingsvalið førdu til CHE samgonguna, vóru einans tvey mál, ið vit vórðu spurdir um. “Taka tit undir við at gera sandoyartunnlin”? og “Taka tit undir við at tað almenna yvirtekur privatu eysturoyartunnilsverkætlanina”? Vit kendu okkum bundnar av vallyftunum, tí kundu vit ikki taka undir við hesum ætlanum hjá CHE.
At núsitandi ABC-samgonga ætlar at leggja árar í sjógv, til tess at uppfylla síni vallyftir og tingsins avgjørda vilja, er sjálvsagt. Sandoyartingmenninir báðir hava kempa sum úlvur á skóg, fyri at fáa gongd á verkætlanina. Gerhard Lognberg tók seg úr samgonguni vegna tunnilin, men ivaleyst tí, at hann nú hevur fingið vissu fyri, at lyftini halda, er hann aftur partur av samgonguni.
5 av 6 flokkum á løgtingi hava samtykt lógaruppskot har sagt verður, at byrjast skal upp á undirsjóvartunnil til Sandoyar 1. november 2009. Meirilutin var so greiður, at við endaligu atkvøðugreiðsluna, vóru tað einans 3 løgtingslimir, ið atkvøddu ímóti. Eftirfylgjandi hava umboð fyri ABC-samgonguna meir enn einafer staðfest í Løgtinginum, at avtala er gjørd, og sjálvsagt verður hon hildin.
Tí er mín niðurstøða til spurningin frá Páll á Reynatúgvu: “Sandoyingar hava við samtyktu løgtingslógini og aftaná fylgjandi lyftum, grundaða vón um, at tunnilin verður veruleiki”.
Um ikki, verða tað 5 flokkar og fleiri tingfólk, sum fáa ein “forkláringstrupuleika”.