Hava samtykt starvsfólkaskipan

Starvsfólkaskipanin skal tryggja øllum starvsfólkum hjá kommununi eins møguleikar og treytir.

Bygdaráðið í Hvannasunds kommunu hevur á fundum 21. mars og 30. apríl í ár samtykt eina starvsfólkaskipan fyri starvsfólk hjá kommununi.

 

Endamálið við skipanini er at tryggja eina so eins og sakliga viðgerð sum gjørligt, tá fólk skulu setast í starv ella fara úr starvi hjá kommununi. Eisini skal starvsfólkaskipanin tryggja øllum starvsfólkum hjá kommununi eins møguleikar og treytir.

 

Í starvsfólkaskipanini stendur eisini, at starvsfólkaviðurskifti, sum eru ásett við lóg, sáttmála ella reglugerð, ikki eru endurgivin í starvsfólkaskipanini hjá Hvannasunds kommunu.

 

- Tí má ansast eftir, at slíkar ásetingar eisini verða fylgdar, tá talan er um at fremja tillagingar ella broytingar í starvsfólkaviðurskiftum, sigur kommunan.

 

Millum mong viðurskifti, sum starvsfólkaskipanin hjá Hvannasunds kommunu umrøður, er eisini, hvussu farast skal fram, um starvsfólk hava rúsdrekkatrupulleikar, eins og skipanin umrøður, hvør roykipolitikkurin er í kommunalum høpi.

 

Øll starvsfólkaskipanin, sum Hvannasunds kommuna nú hevur samtykt, kann lesast um heimasíðuna hjá kommununi – www.hvannasund.fo