Hava samtykt fyrru broytingina í rúsdrekkalógini

Við stórum meiriluta hevur Løgtingið samtykt ta fyrru broytingina í rúsdrekkalógini, sum landsstýrið ætlar at fremja

Við atkøvðunum 18 fyri og 9 ímóti samtykti Løgtingið uppskotið um broyting í rúsdrekkalógini hjá Kára Bjarnason Petersen, landsstyrismanni.

 

Hendan fyrra broytingin snýr seg um at loyva rúsdrkkaframleiðarum at selja alla framleiðslu sína á framleiðslustaðnum. Tað kundu teir ikki sambært rúsdrekkalógini. Tí sambært henni hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarætt at innflyta og selja rúsdrekka. Matstovur og onnur, sum hava skeinkiloyvi, kunnu kortini skeinkja rúsdrekka, og bryggjarí, sum hava fingið loyvi til tess frá Loyvisnevndini, kunnu í egnum sølubúðum selja sína egnu framleiðslu, tó bara framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.

 

Ein seinni broyting, sum landsstýrið hevur boðað frá, at er skeinkistøðini sjálvi skulu kunna innflyta rúsdrekka.

 

Men sambært broytingini, sum nú er samtykt, so hava rúsdrekkaframleiðarar nú loyvi at selja sína egnu framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, á framleiðslustaðnum. Men hetta skal vera í sambandi við gestavitjanir og tílíkt.

 

– Slík søla verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum framleiðarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum. Mett verður, at tað í størsta mun verða útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka í samband við vitjanir á framleiðslustaðnum, skrivar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í viðmerkingum til lógaruppskotið. Og hann heldur fram:

 

– Vitjandi kunnu tó vera bæði útlendingar og føroyingar. Mett verðureisini, at hetta ikki fer at økja um útbreiðsluna og nýtsluna av rúsdrekka í Føroyum, sigur hann.

 

Vinnunevndin hjá Løgtinginum býtti seg í tríggjar minnilutar: Jørgen Niclasen og Árni Skaale úr Fólkaflokkinum, sum vísa á, at uppskotið fer at elva til, at fólk fara at drekka meira.

 

Ein annar minniluti, Annika Olsen úr Tjóðveldi, Karlot Hergeirsson úr Framsókn og  Uni  Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum taka undir við uppskotinum.

 

Og triði minnilutin, Erhard Joensen og Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambansflokkinum, tekur støðu í tingsalinum.

 

Tá atkvøtt varð við triðju og endaligu viðgerðina í dag, atkvøddu hesi fyri uppskotinum:

 

  1. Hanna Jensen úr Framsókn
  2. Karlot Hergeirsson úr Framsókn
  3. Sólvit E Nolsø úr Framsókn
  4. Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum
  5. Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum
  6. Hans Jacob Thomsen úr Javnaðarflokkinum
  7. Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum
  8. Súsanna Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum
  9. Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum
  10. Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum
  11. Johan Dahl úr Sambandsflokkinum
  12. Annika Olsen úr Tjóðveldi
  13. Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi
  14. Eirikur í Jákupsstovu úr Tjóðveldi
  15. Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi
  16. Liljan Weihe úr Tjóðveldi

 

 

 

Hesi 7 atkvøddu ímóti:

 

  1. Árni Skaale úr Fólkaflokkinum
  2. Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum
  3. Beinir Johannesen úr Fólkaflokkinum
  4. Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum
  5. Henrik Old úr Javnaðarflokkinum
  6. Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum
  7. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum
  8. Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum
  9. Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum