Hava samráðst í loyndum

Ísrael og Sýrialand samráðast í loyndum um ísraelska afturtøku av Golan-herunum, skrivar eitt ísraelskt blað.

Haaretz vil vera við, at samráðingarnar millum londini byrjaðu longu í 2004, og at umboð fyri londini høvdu seinasta fundin í juli í fjør. Hvar samráðingarnar vóru, veit blaðið ikki, men sigur, at tær vóru einastaðni í Evropa.

Londini eru kortini ikki samd enn. Sýrialand krevur, at teir seinastu ísraelsku hermenninir skulu fara av Golan-herunum innan fimm ár, men Ísrael heldur uppá, at teir skulu verða har 15 ár afturat.

Sambært Haaretz skal Ísrael taka seg aftur til markið, sum tað var undan krígnum í 1967, tá ísraelski herurin hersetti Golan-herurnar, men ein trygdargeiri skal skipast fram við markinum.