Hava samband við yvirgangsmenninar

Yvirgangsmenninir hava ein gísla, og eru til reiðar at doyggja sum pínslarváttar fyri sína søk.

Franskir myndugleikar vátta nú, at teir hava samband við yvirgangsmenninar, ið hava fjalt seg í eini prentsmiðju í Dammartin-en-Goele, norðanfyri Paris.

 

Yvirgangsmenninir hava váttað, at teir hava ein gísla. Teir hava eisini boða frá, at teir eru til reiðar at doyggja sum pínslarváttar.

 

Samráðingar fara nú framm og franskir myndugleikar vóna fyrst og fremst at bjarga lívinum á gíslanum. 

 

Sjónarváttar hava hoyrt yvirgangsmenninar sagt, í øðrum støðum seinastu dagarnar, at teir ikki drepa ósek, umframt at teir ikki drepa kvinnur. Franskir myndugleikar vóna tí, at tað fer at bera til, at bjarga lívinum á gíslanum. Sum skilst er talan um ein kvinnuligan gísla.