Hava søkt um loyvi til at bryggja øl heima við hús

Poul Michelsen fer at reisa málið í samgonguni um at broyta rúsdrekkalógina á fleiri økjum

 

– Vit hava fingið umsóknir um at at loyvi til at bryggja øl heima.

 

Tað váttar Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.

 

Løgtingið viðger í løtuni eitt uppskot um at broyta rúsdrekkalógina so at góðkend virki kunnu innflyta óblandað etanol, til at gera ymisk sløg av brennivíni burtur úr.

 

Hetta er tað, føroyingar plaga at kalla Finstpritt og tað er at næstan reint 100 prosent alkohol og endamálið við at flyta tað inn, er at so kann tað tynnast og ymisk sløg av brennivíni gerast burtur úr.

 

Í sambandi við at Løgtingið viðger hetta málið, eru ynski sett fram um at broyta rúsdrekkalógina á øðrum økjum eisini, men landstýrismaðurin vil ikki viðgera aðrar broytingar nú.

 

At geva loyvi til at innflyta Finspritt er ikki eitt rúsdrekkamál sum so. Tvørtur ímóti er tað eitt vinnumál burturav, har einasta endamálið er at gera loyvi til at innflyta reint etanol, so at brennivín eisini kann gerast í Føroyum, heldur enn sum nú, har føroyingar gera brennivín í Íslandi, sigur hann.

 

Tí vil hann ikki blanda hendan spurningin upp í aðrar broytingar í rúsdrekkalógina, har spurningurin um drekkivanar, og annað, fara at taka seg upp.

 

Men Poul Michelsen sigur kortini, at hann er sinnaður at taka spurningarnar upp í landsstýrinum seinni.

 

– Privatólk, sum eru áhugað í øli, hava søkt um loyvi til at gera royndir við heimabryggi, men tað kunnu tey ikki fáa, soleiðis sum rúsdrekkalógin er nú, sigur landsstýrismaðurin.

 

 

Les eisini: Heimabryggj skal vera loyvt í Føroyum

 

 

Hann sigur, at somuleiðis hevur Rúsan mælt til, at hon eisini sleppur at innflyta rúsdrekka, sum er sterkari enn 60 prosent. Nógv av teimum fínari sløgunum av brennivíni eru nevniliga sterkari enn tað, men tað er ólógligt at innflyta tey, tí at brennivín, sum er sterkari enn 60 prosent, er ólógligt í Føroyum eftir rúsdrekkalógini.

 

Harafturat hevur Føroya Bjór sett fram ynski um at fáa loyvi at selja øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent í sínum egnu handlum. Sum lógin er nú, skal alt øl, sum er sterkari enn 5,8 prosent, seljast í Rúsuni.

 

– Spurningurin er eisini frammi um, at matstovur skulu fáa avsláttur, tá ið tær keypa rúsdrekka.

 

Poul Michelsen sigur, at alt hetta eru mál, hann er sinnaður at taka upp í landsstýrinum at vita, hvørja støðu, hinir flokkarnir hava til tey.

 

Sjálvur er hann sinnaður at gera rúsdrekkalógina linari.

 

– Eg havi einki ímóti at vit fáa eina tíðarhóskandi rúsdrekkalóg, sum hann málber seg.

 

Hann er sannførdur um, at tað fer ikki at elva til, at føroyingar fara at drekka verri. Tað heldur hann, at Rúsan er besta dømi um, tí síðani hon er komin, er nýtslan í roynd og veru, fallin.

 

Samstundis síggja vit allastaðni, at ein heilt serlig mentan hevur tikið seg rundan um øl og geva vit umstøður til at royndir kunnu gerast við at bryggja øl, kann ein heil vinna spyrjast burtur úr tí, heldur landsstýrismaðurin.