2010 varð árið, tá føroyingar rundaðu tær 100.000 ringmerkingarnar av fugli undir Føroyum. Tað boðar Náttúrugripasavnið frá.
Tey sløku 100 árini, frá 1912 til 2010, føroyingar hava ringmerkt fugl, eru 102.766 fuglar merktir í alt. Ein fyribils uppgerð vísir, 3198 fuglar vóru ringmerktir í Føroyum í 2010, og at talan er um 27 fuglasløg.3









