- Hava roynt samanlegging fyrr

Samanlegging av fakfeløgunum er tema í Sosialinum í dag. Formaðurin í Landsfelag Handverkaranna vísir á, at tað er roynt áður.

- Vit eru opin fyri einari LO líkandi skipan, men tilgongdin er ógvuliga drúgv.

 

Tað sigur Dánial Pauli Djurhuus, formaður Landsfelag Handverkaranna.

 

LO-skipanir - ella Landorganisationer - eru væl kendar í grannalondunum, har fleiri fakfeløg leggja saman í eitt, fyri at fáa eina sterkari almenna rødd og størri slagkraft.

 

Í vinnublaðnum hjá Sosialinum í dag, eftirlýsir Sonja Jógvansdóttir, samskipari í fakfelagssamstarvinum Samtak, millum annað eina sterkari fakfelagsrørslu. Hon heldur tey vera í so nógv feløg í talið, men at tey saman høvdu verið nógv sterkari.

 

Les eisini: Fakfeløgini ov smá

 

Dánial Pauli Djurhuus sigur, at ein LO-skipan er roynt áður.

 

- Vit royndu at fara saman í eina LO skipan við øll tey stóru fakfeløgini fyri góðum 8-10 árum síðani. Ætlanirnar vóru góðar, men at enda bleiv tað til einkis, og samstarvi rann út í sandin, sigur hann.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við Dánial Paula.