Hava roynt at gera semjuuppskot

- Tað, sum fer á uppboðssølu av uppsjóvarfiski, verður so mikið nógv, at tað verður gjørligt at virka í teirri skipanini, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var gestur hjá John Sigurdi Johannesen í Degi & Viku í kvøld, nú landsstýrið í dag hevur lagt nýskipanaruppskotið í fiskivinnuni fram, og alt prátið kann hoyrast umvegis heimasíðuna www.kvf.fo.

 

- Vit hava roynt at lagt eitt uppskot fram, sum er eitt semjuuppskot. Tað, sum vit í veruleikanum hava ynskt, er at fáa eina skipan, har tað er atkomiligt hjá føroyskum fyritøkum og fólki at bjóða upp á tey rættindi sum eru - at tað ikki er privatur ognarrættur til tilfeingi.

 

Høgni Hoydal segði, at landsstýrið hevur valt eina loysn, sum bæði er ein leinging av teimum, sum hava verið í vinnuni, og har ein partur fer á uppboðssølu sum - alt eftir, hvar man stendur - er so mikið stórur, at tað verður gjørligt at virka í teirri skipanini.

 

- Eg havi hoyrt ymisk tøl nevnd, men fyri uppsjóvarfisk verður tað altíð 20 prosent í stutttíðarrættindum umframt tað, sum er komið aftrat. So, tað kunnu gerast rímiliga stórar nøgdir her. Alt eftir, hvør fiskiskapurin er, verður hetta eftir okkara tykki ein skipan, sum kann vísa, hvussu ein marknaðargrundað skipan kann virka, skapa atkomiligheit og geva ein rættan prís fyri tilfeingi.

 

Hví selja tit ikki bara alt á uppboðssølu?

 

- Vit hava havt eitt mál um at gera eina nýggja skipan, sum sjálvandi verður sett í verk við skiftisskipanum. Tað er hetta uppskotið eisini ein mynd av. Uppskotið sigur eisini, at tá vit seta í verk nýggju skipanina, verður hon eftirmett á hvørjum ár, og løgtingið skal hvørt ár taka støðu til, hvussu tað verður. So, sjálvandi røkka vit ikki øllum málum, sum samgongan hevur sett sær, men vit røkka einum stórum parti á vegnum og hava eisini tikið atlit til tær samráðingar, sum vit hava verið í. Tað er her, at vit meta, at sterk undirtøka kann vera fyri eini varandi skipan.

 

Tit nevna áramálini eitt, trý og átta ár. Hví velja tit júst tey áramálini?

 

- Hetta kemst av, at vit eisini hava bygt á tað arbeiði, ið nevndin, sum var sett at skriva uppskotið til nýskipan av fiskivinnuni, hevur víst á. Her verður víst á styttri rættindi og longri rættindi. So, hava vit eisini hildið, at tað kann vera skilagott at hava nøkur miðallong rættindi - júst fyri, at fólk, sum vilja koma inn í vinnuna at royna seg, kanska skulu brúka eitt sindur longri tíð at byggja upp sítt virksemi, soleiðis at ein meira jøvn kapping kann fáast í okkara fiskivinnu, segði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Degi & Viku í kvøld.