Hava roknað við tilfeingisgjaldi

Ein av nýggju inntøkunum hjá landinum er eitt tilfeingisgjald álagt fiskiflotanum og alivinnuni, men sambært fíggjarmálaráðharranum vóru øll fyrireikað upp eitt slíkt gjald.

Gjáramorgunin legði Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, uppskotið til fíggjarlóg fyri 2011 fram.
Uppskotið vísir eina inntøku á 4.268 milliardir og eina útreiðslu á 4.775 milliardir, og tað gevur eitt undirskot á 506,5 milliónir.
- Fíggjarlógaruppskotið stavar frá einari samanrenning millum sparingar á útreiðslusíðuni og eini batnandi búskapargongd, sigur Jóannes Eidesgaard.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at hetta er fyrstu ferð, at eitt fíggjarlógaruppskot er so væl skipað.
- Ráðini fingu longu í apríl at vita, hvørjir karmarnir hjá ráðnum vórðu, og so var tað upp til ráðini sjálv at syrgja fyri, at hesir karmarnir vórðu hildnir, sigur Jóannes Eidesgaard.
Uppskotið byggir annars á fýra grundleggjandi fyritreytir:
At føroyski búskapurin spakuliga er á veg upp eftir
At skattur og avgjøld eru vaksandi
At vinnan hevur havt vánaligari úrslit seinastu árini og at hetta ávirkar fíggjarlógina negativt
At hetta tó gevur eitt betri úrslit samanlagt
Jóanns Eidesgaard vísti á, at tað verður neyðugt at tálma útreiðslurnar og vaksa um inntøkurnar.

Tølini
Høvuðstølini í uppskotinum er hesi:
Inntøkur:
skattur 1.994 mia
avgjøld 1.639 mia
heildarveiting 635 mió
Hetta gevur eina inntøku tilsamans á 4.268 mia
Útreiðslur:
rakstur 4.529 mia
løgur 208 mió
renta 38 mió
Útreiðslur tilsamans 4.775
Við justeringum merkir hetta, at undirskotið á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 er 506,5 milliónir krónur, sammett við undirskotið á verandi fíggjarlóg á 770 milliónir.
- So hóast talan er um undirskot, er hetta kortini eitt stig á rættari leið, metir Jóannes Eidesgaard.
Íløgurnar fyri 2011 eru hesar:
Skúladepilin í Marknagili 41 mió
Útbygging á Landssjúkrahúsinum 29 mió
Almenir bústovnar 34 mió
Vegaføring Leirvík 18 mió
Viðareiðisvegurin 5 mió
Ítróttahøll á Sandoynni 10 mió
Havrannsóknarskip 5 mió

Samd um uppskot
Í fíggjarlógaruppskotinum verður eisini lagt upp til nýggjar inntøkur. Eitt umhvørvisgjald skal leggjast á allan oljuinnflutning, vinnan skal gjalda tilfeingisgjald og barsilsgjaldið skal økjast.
Tíggju oyru á hvønn innfluttan litur av olju og oljuúrdrátti skal geva landskassanum 40 milliónir. Her er talan um alla oljunýtslu í landinum, men er ikki galdandi fyri oljuveitingar, ið verða nýttar uttan fyri landgrunnin, tað vil siga útlendsk og føroysk skip, ið royna uttan fyri føroyska landgrunnin.
Eisini verður eitt tilfeingisgjald lagt á fiksi- og alivinnuna. Hetta skal geva 25 milliónir tilsaman býtt við 18 milliónum á alivinnuna og sjey milliónur á fiskivinnuna. Saman við økta barsilsinngjaldinum gevur hetta tilsamans 73,5 milliónir krónur eyka í landskassan.
Ymsar aðrar sparingar skulu geva hundrað milliónir krónur, og boðað var frá, at allar almennar lønarhækkingar verða mótroknaðar í uppsagnum.
- Hvørt ráð sær hevur viðgjørt uppskotið og flokkarnir eru eisini greiðir um høvuðstølini í uppskotinum, og tí rokni eg við, at viðgerðin í fíggjarnevndini ikki broytir tað stóra, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sjálvandi kann roknast við justeringum í fíggjarnevndini, men fíggjarmálaráðharrin roknar við, at uppskotið fyri fíggjarlóg 2011 verður samtykt meiri ella minni óbroytt í Løgtinginum.