Hava ringan smakk í munninum í dag

Uppskotið um samkynd hjúnalag í Føroyum, kundi verið samtykt í dag

 

Tað eru nógvir tinglimir, sum hava ringan smakk í munninum í dag.

Tað heldur Eiler Fagraklett, talsmaður fyri LGBT

 

Løgtingið hevur akkurát felkt uppskotið um samkynt hjúnalag, men tað er staðfest, at tað er avtala í samgonguni, at hon skal fella uppskotið.

Tað vóru 11, sum atkvøddu fyri, men 20 atkvøgddu ímóti.

 

Men tað er eisini komið fram, at tinglimir í samgonguni hava verið misnøgdir við hetta, men at teir kortini ætla sær at halda avtaluna.

 

Les eisini: Ein fantastisk háðan

 

Og Eiler Fagraklett, sum hevur verið í Tinginum í morgun, sigur, at hevði hendan avtalan ikki verið, hevði málið kunnað verið samtykt í dag.

 

- Tað eru nógvir tinglimir, sum hava ringan smakk í munninum í dag, sigur hann

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr hansara sjónarmið.