Hava rannsakað íbúðina í München

- Týskir myndugleikar tóku støðuna, sum um hetta var yvirgangur, sigur Michael Reiter hjá Danmarks Radio í Týsklandi, sum fylgir hendingini í München.

Tað er framvegis óvist, hvat tað var, sum fekk ein 18 ára gamlan týsk-iranara til at skjóta inni í og kring keypsmiðstøðina í norðara parti av München í gjárkvøldið, har hann drap níggju fólk og síðan seg sjálvan.

 

Eftir skjótingina í gjárkvøldið fóru týsku myndugleikararnir í tað, tey rópa terror-tilbúgvingarstøðu við øllum tí, sum har til hoyrir.

 

- Týskir myndugleikar tóku støðuna, sum um hetta var yvirgangur, sigur Michael Reiter hjá Danmarks Radio í Týsklandi, sum fylgir hendingini í München.

 

Hann leggur tó aftrat, at myndugleikarnir kortini seinni løgdu dent á, at teir ikki vistu, um talan var um yvirgang - ella, um hetta var ein sinnisórógvaður personur, sum framdi brotsgerðina.

 

Michael Reiter sigur, at myndugleikarnir higartil ikki eru komnir eftir, at álopsmaðurin skal hava islamiskar røtur, og higartil bendir einki á, at hendingin í gjárkvøldið hevur nakað við øksamannin í tokinum í Týsklandi at gera.

 

Týska løgreglan kannar framhaldandi hendingina í gjárkvøldið, men sigur í løtuni einki um yvirgang.

 

- Hesar báðar hendingarnar í Týsklandi innan eina viku - øksamaðurin í tokinum og skjótingini í keypsmiðstøðini í gjárkvøldið - hava skakað týskarar, sigur tíðindamaðurin hjá Danmarks Radio í Týsklandi.

 

So seint sum í morgun hava týsk trygdarlið stormað íbúðina í miðbýnum í München, har hin 18 ára gamli búði saman við sínum foreldrum, men higartil hevur løgreglan einki sagt um rannsóknina.