Svínakrím
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Støðan við heilivági í Føroyum er sera góð. Tað staðfestir Heri Mørkøre, landsapotekari, enn eina ferð.
Í gjár kom fram, at danir hava gjørt av at bíleggja 40.000 dosur av heiliváginum Relenza, omaná teirra lagur av Tamiflu tablettum. Hetta til tess at binda um heilan fingur og hava eitt gott alternativ til Tamiflu.
- Hetta stigið tóku vit longu fyri trimum árum síðani, og umframt at vit hava eitt nógv størri depot av Tamiflu til hvønn íbúgva, hava vit eisini 5.000 Relenza pístarar, sum hvør svarar til eina viðgerð. Umframt hetta, so hava vit eisini 25 kilo av Amantadin, sum kunnu nýtast til 26.000 viðgerðir, sigur Heri Mørkøre.
Kunnu viðgera triðja hvønn føroying
Niðurstøðan av fundinum hjá Pandemibólkinum er, at sum heild er støðan góð í Føroyum, og um so er, at H1N1 verður staðfest, so eru myndugleikarnir tilbúnir.
- Í løtuni kunnu vit viðgera yvir 30 prosent av Føroya fólki, sum er meira enn fleiri av okkara grannalondum, og sum verður mett at verða ríkiligt í sambandi við eina pandemistøðu. Harumframt hava Føroyar í samstarvi við Statens Serum Institut, eins og Danmark, fingið koppsetingartrygd til umleið helmingin av føroyingum.
Eisini tá ið tað viðvíkur verndarútgerð, so sum maskur, kitlar og verndarbrillur, er nóg mikið til av útgerð til eina byrjandi pandemi.
Harumframt hevur landsapotekarin bílagt størri mongdir av verndarútgerð, sum kemur til landið fyrst í komandi viku.
Enn verður tó hvørki neyðugt við heilivági ella verndarútgerð, tá virusið ikki er staðfest í Føroyum, og eingin er settur undir eygleiðing fyri smittutekin.