Trolvinna
Hjalmar H. Petersen, stjóri á Vónini, sigur, at felagið hevur havt úr at gera tað, sum farið er av hesum árinum, bæði á heimamarknaðinum, men ikki minst í framleiðslu til útlendska marknaðin.
- Vit hava havt fimm stór pelagisk trol til eitt felag í Hálandi, og vit skulu eisini gera eitt russiskt skip út við pelagiskum troli og posa. Hetta eru øll skip, sum fiska í chilenskum sjógvi, og veiðan er í stóran mun rossamakrelur.
Nýtt rækjutrol
Stjórin sigur, at umframt eftirspurningin eftir pelagisku trolunum, hevur felagið eisini havt úr at gera við at framleiða nýggja rækjutrolið – Vónin 2007 – til grønlendsku rækjuvinnuna.
- Vit hava ment eitt nýtt design saman við føroyskum rækjumonnum, og tað vísir seg, at rættiliga stórur áhugi er fyri hesum troli.
Hjalmar sigur, at rækjutrolarin í Kollafirði, Arctic Viking og Fríborg í Leirvík, hava fiskað við hesum trolum, og royndirnar hava verið so góðar, at aðrir eisini hava viljað havt hesi trol.
- Nýggju rækjutrolini komu á marknaðin í fjør, og Arctic Viking var hin fyrsti, sum royndi tey. Teir hava eisini verið við í menningini av trolunum, sum nú hava sligið so væl ígjøgnum, at ein stórur partur av grønlendska rækjuflotranum eisini hevur tey, sigur hann.
Stjórin sigur, at fyrimunirnir við nýggju rækjutrolunum er, at tey eru lættari at tóga, og tey hava eisini betri samband við botnin, enn tey gomlu høvdu.
- Trolini fiska væl og við tað, at tey eru lættari at tóga, verður oljunýtslan hjá skipunum eisini minni, sigur Hjalmar.
Hann vísir á, at neyðugt hevur verið hjá Vónini at tikið eykafólk í arbeiði í hesi tíðini, nú so nógv hevur verið at gera.
Nýggj skiljirist
Vónin hevur ikki bara ment eitt nýtt rækjutrol, ið nú gongur sum ”heitt breyð”.
- Vit hava eisini ment eina nýggja skiljirist úr plasti til rækjuveiðina. Nýggja ristin skilir hjáveiðina burtur úr, og hon ger tað lættari at fáa rækjurnar aftur í posan.
Hjalmar H. Petersen sigur, at ein trupulleiki við gomlu ristunum hevur verið, at tá ið góður fiskiskapur var, fór eisini ein partur av rækjunum útaftur saman við hjáveiðini, tí nøgdin av rækjum og fiski ”blokeraði” skiljingina.
- Nýggja ristin er nógv betri enn hin gamla, og reiðarír vísa henni stóran áhuga, leggur hann aftrat.
Eini 100 fólk starvast hjá Vónin Group í løtuni, og felagið hevur virksemið í Fuglafirði, Norðskála, Havn, Grønlandi og í Ný Foundlandi, umframt at felagið eisini eigur part av Hampiðjuni í Íslandi.









