Tørvurin í Havnini er alstórur, men Havnin er fullkomiliga forsømd. Tað sigur Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.
Í løgtinginum í gjár vildi hon hava at vita, hvat Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, ætlar at gera við bráðneyðuga tørvin á bústøðum, verkstaðarplássum og virkishúsum til fólk við serligum tørvi í Havnini. Hon vísir á, at í Havn eru eingir bústaðir útvegaðir til fólk við serligum tørvi, síðani danski staturin gav okkum Eirargarð fyrst í áttatiárunum. - Hann skuldi vera bústaður burturav, men nú verður kortini helvtin av honum brúktur til alt møguligt annað.
Hon veit dømi um, at fýra ungfólk í Havn máttu sendast á bústovn í Klaksvík at vera, tí einki var til teirra í Havn. - Tað eru stovnar bygdir kring landið, men Havnin er gloymd, sigur Rigmor Dam.
Annika Olsen ásannar, at samgongan hevur tikið útjaðaran framum høvuðsstaðin, tá ið tað viðvíkur at byggja íbúðir til fók við serligum tørvi. Hon ásannar somuleiðis at tørvurin er stórur í Havn. - Men hann hevur eisini verið ovurstórur kring landið og hesa tíðina hava tey lgt dent á at byggja kring landið, sigur hon
Hon vísti eisini á, at summastaðni kring landið, hava kommunurnar gingið á odda fyri at útvega bústaðir til fólk við serligum tørvi Og Annika Olsen heitti beinleiðis á Tórshavnar Býráð um at vera meiri virkin á hesum øki.
Eisini Edvá Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, saknaði tað, hon kallaði ábyrgd hjá Tórshavnar Kommunu á hesum øki.
Tó legði Annika Olsen afturat, at 10,6 milliónir krónur eru settar av til eitt sambýli í Suðurstreymoy. - Vit kunnu altíð tosa um, hvussu nógv tað er, men ein avbjóðing verður at kanna eftir um tað ikki ber til at byggja øðrvísi enn vanligt fyri at fáa sum mest fyri pengarnar.
Hon ætlar, at í hesum føri skal talan verða um bústaðir til fólk við autismu. Annars er sambýli til sálarsjúk eisini bygt í Havn. Men hon ásannar, at Havnin hevur verið við sviðusoð, tá ið tað kemur til at byggja bústaðir við serligum avbjóðingum og tað er tí at samgongan hevur raðfest bygging kring landið.
Kristina Háfoss sigur, at tað er alt annað enn nøktandi, at vit missa familjur hvørt ár, tí umstøðurnar eru ikki nøktandi. - Tað vísir seg, at vera lættari hjá løgtinginum at játta pengar til bygging kring landið enn í Havnini, men nú má vend koma í, tó tørvurin er ovurstórur, sigur Kristina Háfoss.
Rósa Samuelsen sigur, at tað er eisini bráðneyðugur tørvur á bústaðum og verkstaðarplássum, bæði í Vágum og nógv aðrastaðni í Føroyum. Eyðgunn Samuelsen sóknast eftir eini tørvslýsing og eini ætlan fyri, hvussu tørvurin kann nøktast.
|