Í løtuni eru ongar ætlanir um at selja BankNordik. Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, hevur spurt hana, hvussu ætlanin er at brúka tey 35 prosentini av partabrøvunum, sum Landsstýrið eigur í Banknordik.
Kristina Háfoss sigur, at ongar ætlanir eru um at selja tey. Samstundis vísir hon á, at hesi næstu árini fara krøvini til bankarnar at verða herd, soleiðis at teir verða fíggjarliga væl fyri, skuldi bússkapurin aftur verið fyri skrædli.
Tað er Fíggingargrunnurin, sum umsitur partabrøvini hjá landsstýrinum. Og Kristina Háfoss sigur, at hon hevur eisini gjørt bæði Fíggingargrunninum, leiðsluni í Bankanum, greitt, at hon vil heldur hava, at bankin bjálvar seg væl fíggjarliga, enn at partaeigararnir fáa vinningsbýti
– Tað er tó ein sannroynd, at BankNordik er ein børsskrásett fyritøka, við partaeigarum, ið vænta ávíst avkast - tað eru onnur enn Landsstýrið, sum eiga 2/3 av bankanum,
Í ár hevur BankNordik latið 70 milliónir í vinningsbýti og sostatt verður størri partur av avlopinum nýtt til at bjálva bankan, heldur enn til vinningsbýti.
Í 2017 lutaði BankNordik 300 milliónir út í vinningsbýti og av teimum fekk landskassin 100 milliónir í vinningsbýti.
Tá helt Kristina Háfoss ikki, at nevndin í Fíggingargrunninum hevði arbeitt nóg væl fyri at avmarka vinningsbýtið og ein avleiðing av tí varð, at allir nevndarlimirnir vórðu skiftir út.
Hon sigur, at hon hevur fingið at vita frá leiðsluni í bankanum, at endamálið er, at 20-40 prosent av yvirskotinum verður goldið partaeigarunum í vinningsbýti, og 60-80 prosent verðar nýtt til at styrkja felagið fíggjarliga.
Av tí at bróðurparturin av avkastinum er nýtt til at bjálva bankan, er hann eisini alsamt styrknaður fíggjarliga, sigur bankin.