Hava ongantíð innflutt so nógv sum nú

Men tað er serliga tíð at oljuprísurin er farin til himmals

Teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, frá januar til september, innfluttu vit vørur fyri 9,3 milliardir krónur. Tað sigur Hagstovan – og tey leggja afturat, at hetta er tað mesta, vit nakrantíð hava innflut í hesum tíðarskeiði. Sostatt hevur innflutningurin teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, verið 39 prosent størri enn hann var í sama tíðarskeiði í fjør. Verða skip og flogfør ikki tikin við, er vøksturin 25 prosent.

 

Fremsta orsøkin til, at innflutningurin er so nógv vaksin, er, at oljuprísurin er hækkaður so nógv. Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár hava vit nevniliga innflutt olju og bensin fyri 717 milliónir krónur ella 72,5 prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør.

 

Verður brennievni og skip ikki tikin við, er innflutningurin vaksin mest í tí bólkinum, sum eitur rávøra til aðra framleiðslu. Har er innflutt fyri 408 milliónir krónur meira og tað er ein vøkstur upp á 29 prosent.

 

Hinvegin er innflutningurin av vanligum brúksvørum ikki hækkaður nevnivert. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár innfluttu vit brúksvørur fyri 1,440 milliardir og tað eru 17,7 milliónir, ella 1,2 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.