TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá TB, Páll Guðlaugsson fyrr í kvøld.
Páll er samdur við formanninum í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, at dysturin millum FC Suðuroy og TB ikki skuldi verið spældur í dag, men útsettur til í annaðkvøld. Páll heldur hetta verða enn eitt dømi um, at fótbóltsleiðarar og dómarar norðanfjørðs onga virðing hava fyri liðunum í Suðuroy, og øllum tí stóra arbeiðnum, sum verður lagt í fótbóltin í Suðuroy.
Um 2-2 dystin ímóti FC Suðuroy staðfestir Páll, at TB nú hevur 10 javnleikir, og tað flytur teir ikki nógv á stigatalvuni.