Fólkaskúlin
Játtanin til fólkaskúlan er skerd í ár, afturímóti undanfarna ári.
Tað staðfesta skúlaleiðararnir í Føroyum, nú teir hittust á limafundi fyrr í vikuni.
Einir 50 skúlaleiðarar úr øllum landinum vóru møttir á fundinum, har teir staðfestu, at skerjingin hevur ført við sær, at skeiðvirksemi hjá lærarum og undirvísingin sum heild, verða skerd.
Men hetta taka teir til eftirtektar og staðfesta, at soleiðis er politiski viljin, siga teir í einum tíðindaskrivi eftir fundin.
Men av tí sama halda teir eisini, at málið um, at vit skuldu hava besta skúla í Norðanlondum í 2007, nú má endurskoðast.
Teir vísa eisini á, at í løtuni er ongin avtala um arbeiðstíðina hjá skúlaleiðarunum.
?Seinasta heyst var arbeiðsbólkur settur at greiða hetta málið, men hetta arbeiðið steðgaði, tí Mentamálaráðið skuldi kanna ymisk viðurskifti, sum skuldi vera fortreytir, at arbeiðið í bólkinum kundi halda fram.
? Men onki hoyrdist aftur. Fundur skuldi vera 18. februar, emn varð útsettur . Og higartil eru ongi fundarboð komin, sigur Skúlaleiðarafelagið.
Teir siga, at longu í august verður farið undir næsta skúlaár og framvegis er ongin avtala um arbeiðstíðina.
Samstundis vísa teir á, at arbeiðið hjá skúlaleiðslunum er munandi økt síðani, eitt nú síðani ársverkið hjá lærarunum varð sett í verk fyri einum ári síðani.
Og skúlaleiðarafelagið heitir staðiliga á Mentamálaráðið um at fáa arbeiðsbólki til verka aftur beinanvegin, so at ein nýggj avtala um arbeiðstíðina kann fáast í lag í hesum skúlaárinum.