Hava notið føroysku náttúruna

Síðani Nik og Jay komu til Føroya tíðiliga í morgun hava teir notið góða veðrið og føroysku náttúruna.

 

Hetta hava teir tó gjørt á hvør sín hátt, tí meðan annar teirra eitt nú hevur verið úti í Nólsoy og eisini súkklað á Rossagøtunum, hevur verið inni á hotelkamarinum.

 

- Eg var ein túr úti í Nólsoy við Norðlýsinum, og tað var nakað heilt serligt at uppliva. Fyrr í kvøld súkklaði eg eitt sindur runt her uppi við hotellið, og tað var ein fínur túrur, sigur Nik.

 

Annarleiðis hevur verið við vitjanin í Føroyum higartil hjá Jay.

 

- Eg havi fyri tað mesta verið inni á kamarinum, men eg kenni tað, sum eg kortini hava notið Føroyar, tí útsýnið frá kamarinum er fantastisk. Eg haldi eg havi tikið eini 10 myndir, sum ivaleyst vísa júst tað sama, men fyri meg er landslagið her í Føroyum nakað heilt serstak, sigur Jay.

 

Nik & Jay framføra á Voxbotn í kvøld klokkan 23.15.

 

Niðanfyri ber til at hoyra Nik og Jay fortelja um ferðina til Føroya, nýggju fløguna og um lívið sum poppstjørnur.