Tað endaði við einum ferðsluljósi!
Eftir at hava togast og kjakast í fimm ár, hevur Tórshavnar Býráð nú loksins tikið støðu til ein tann størsta ferðslutrupulleikan í allari Havnini.
Og tað er, hvussu skil skal fáast á ferðsluni á vegamótinum við Eystara Ringveg og Hvítanesvegin, niðan ímóti Hoydølum.
Heðin Mortensen sigur, at tað var longu fyrst í nítiárunum, tá ið Kollafjarðartunnilin varð gjørdur, at avtala var við landsstýrið um, at landið skuldi gera eina rundkoyring á vegamótinum.
Men einki er hent og nú eru tað fimm ár síðani, at býráðið sjálvt tók málið upp. Størsta ósemjan hevur verið um tað skuldi gerast ein rundkoyring, ella um ferðsluljós skuldi setast upp.
Heðin Mortensen, upplýsir, at tá ið býráðið á sinni setti sjøtul á at gera eina rundkoyring, varð vónleyst at fáa ognartikið tann partin av lendinum til endamálið, sum landið átti, og sum vendi niðan ímóti Hoydølum. Talan var um eina rundkoyring við einum tvørmáti upp á 30 metrar.
Síðani hevur verið togast aftur og fram, men nú er skorið ígjøgnum, tí nú hevur býráðið endaliga samtykt, at eitt ferðsluljós skal gerast á vegamótinum.
Talan verður um eitt teldustýrt ferðsluljós, sum ikki er virkið tá ið ferðslan er lítil, men tað er bara, tá í nógv ferðsla er, at tað lýsir.
Meirilutin í býráðnum staðfestir, at serkøn á ferðsluøkinum hava roknað út, at ein rundkoyring kostar 14 milliónir, og tað er sostatt ein nógvar ferðir dýrari loysn enn ferðsluljós eru.
Ferðslukøn hava eisini mælt frá at gera rundkoyring har, tí so verða tríggjar rundkoyringar á einum strekki upp einar 800 metrar, og tað er ov stutt at hava ímillum rundkoyringar, tí tá fara tær bara at elva til størri ruðuleika.
Í minnilutanum í býráðnum hava tey einki álit á teimum metingum, sum siga, at ein rundkoyring kostar heilar 14 milliónir krónur og tey halda, at tað er tann rætta loysnin. Tey vilja eisini hava, at ein kostnaðarmeting fyri eina rundkoyring eisini verður gjørd, áðrenn endalig støða verður tikin
Men tá ið avtornaði, varð endaliga samtykt at seta ferðsluljós upp. Tað vóru tey sjey í meirilutanum, sum atkvøddu fyri tí, men tey seks í minnilutanum atkvøddu ímóti. Samstundis samtykti býráðið at játta einum ráðgevara 400.000 krónur til at gera ferðsluljósið klárt til at bjóða út.